* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark hevur fimtistørsta handilsflotan í heiminum

Danmark er komið eitt stig longur upp á stiganum við heimsins størstu sjófarandi tjóðum, máld í handilsskipum, sum donsk reiðarí eiga.

 

Fyri hálvumøðrum ári síðani yvirhálaði Danmark Týskland, og fór frá einum sjeyndaplássi upp á eitt sættapláss. Men longu nú hevur Danmark tikið eitt fet aftrat, og hevur eisini yvirhálað USA. Danmark liggur sostatt í dag á einum fimtaplássi yvir sjófarandi tjóðir, máld í handilsskipum, sum donsk reiðarí eiga.

 

Tíggju tey fremstu londini eru hesi:

 

1.     Grikkaland

2.     Singapor

3.     Kina

4.     Japan

5.     Danmark

6.     USA

7.     Týskland

8.     Hong Kong

9.     Suðurkorea

10.  Bretland

 

Sambært Shippingwatch útfluttu donsk reiðarí í 2018 fyri 188 milliardir krónur, og sjóvinnan er sostatt ein av størstu útflutningsvinnunum í Danmark.

 

- Eg fegnist um, at handilsflotin hjá Danmark nú er heimsins fimtistørsti. Vit hava sæð ein stóran vøkstur í skipum, sum donsk reiðarí reka, samstundis sum tað ongantíð hava verið so nógv skip undir donskum flaggi sum nú, sigur forstjórin í Donskum Reiðaríum, Anne H. Steffensen.

 

Kelda: Shippingwatch