* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark nú sjeyndstørsta sjóvinnutjóðin í heiminum

Danmark er flutt fram á listanum yvir størstu sjóvinnutjóðir í 2017. Ein samlað tonnasja upp á meira enn 60 miljónir bruttons gevur Danmark sjeyndaplássið á heimsstyrkislistanum yvir sjóvinnutjóðir. Sostatt er Danmark farið framum Suðurkorea.

”Tað er sera positivt at síggja, at Danmark, hóast nøkur hørð ár og harða kapping við millum annað Asia, framvegis kann vaksa og gerast sjeyndstørsta sjóvinnutjóðin. Hetta ber boð um, at vit í Danmark hava nakrar sterkar maritimar førleikar og dugnalig reiðarí,” sigur Anne H. Steffensen, stjóri í Danske Rederier.

Tað eru serliga asiatisk lond sum Japan, Kina og Singapore, sum liggja á odda, og sum framvegis sita tungt á plássunum í topp fimm á listanum yvir sjóvinnutjóðir. Londini í Asia eru serliga áhugaverd fyri reiðarí, orsakað av kappingarføru treytunum.

”Vit eru stolt av vøkstrinum í danska flotanum, men eru ikki mett enn. Danmark skal vera millum heimsins fimm størstu sjóvinnutjóðir, mált eftir tonnasju. Tí er umráðandi, at vit eisini í framtíðini kunnu vera kappingarfør, um hetta skal eydnast. Tíbetur hava vit grundarlag fyri nýggjum vøkstri í Danmark við fráboðaða maritimu vakstrarætlanini og breiða politiska undirtøku til at menna donsku sjóvinnuna, ” sigur Anne H. Steffensen.

Grikkaland og Týskland eru einastu sjóvinnutjóðirnar í ES, sum eru størri enn Danmark. Leiðslan hjá týskarum er tó tódnað nakað, úr sjey miljónum bruttotonsum fyrr í ár til sløk tvær miljónir tons í oktober 2017.

Tíggju tær størstu sjóvinnutjóðirnar í heiminum eru:

Grikkaland 151.038.943 BT 155.108.386 BT
Japan 126.497.945 BT 124.829.485 BT
Kina 99.760.771 BT 103.997.008 BT
Singapore 94.078.858 BT 93.619.926 BT
USA 67.393.914 BT 70.570.909 BT
Týskland 64.807.298 BT 62.374.664 BT
Danmark 57.038.007 BT 60.492.994 BT
Suðurkorea 58.330.913 BT 55.582.449 BT
UK 50.544.294 BT 51.095.108 BT
Hong Kong 46.985.797 BT 49.512.587 BT

Kelda: Danske Rederier