* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark og Kina gera samstarvsavtalu um barlastvatn

Danmark og Kina hava skrivað undir eina samstarvsavtalu, ið skal tryggja samstarv um loysnir at reinsa barlastvatn. Avtalan er gjørd millum Danske Maritime og kinesiska felagsskapin Shipbuilding Information Center of China (SICC) og er tann fyrsta av sínum slag, sum kinesarar hava gjørt.

Avtalan kemur væl við hjá donsku veitarunum Bawat og Desmi Ocean Guard.

"Tað er sera positivt, at Danske Maritime er við til at slóða fyri einum breiðari samstarvi, og harígjøgnum betri atgongd til ein part av marknaðinum, sum annars er illa atkomiligur. Vit vóru við á ráðstevnuni í Qingdao og fingu viðurkenning frá týðandi fyritøkum fyri einfeldi í tøknini hjá Bawat, herundir nýtsluni av yvirskotshitanum umborð. Vit hava harvið tikið fyrstu fetini inn í eitt betri samskifti við hesar fyritøkur, og hetta meta vit vera sera umráðandi fyri okkum," sigur Kim Diederichsen, stjóri í BawatA/S í fráboðanini frá Danske Maritime. 

Kelda: shippingwatch.dk