* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark og Svøríki sess í IMO-ráðnum

Bæði Danmark og Svøríki hava fingið nevndarsess í IMO-ráðnum undir ST-sjóvinnustovninum IMO. IMO arbeiðir í høvuðsheitum við tiltøkum til tess at bøta og styrkja um sjóferðslutrygdina, einfalding av skipaferðsluni og vernd av havumhvørvinum.

”Hetta gevur okkum møguleika at halda fram við arbeiðnum til frama fyri økta sjóferðslutrygd og skerja umhvørvis- og veðurlagsávirkanina frá skipum. Sum limur í Ráðnum kunnu vit eisini ávirka stovnin sjálvan og reisa spurningar um gjøgnumskygni og opinleika; ” sigur svenski ráðharrin fyri undirstøðukervi, Tomas Eneroth, í tíðindaskrivi.

Sambært ídnaðarmálaráðnum ætlar Svøríki at leggja dent á arbeiðið at økja um trygdina og betra um umhvørvið. Sjálvur leikluturin hjá skipaferðsluni við atliti at røkka veðurlagsmálunum er eitt týðandi mál fyri stovnin.

”Sum limir í Ráðnum ynskja vit at ávirka lógir og reglur fyri skip, ið virka í okkara farvøtnum. Tað snýr seg um trygd, umhvørvið og veðurlag og ikki minst sosialu viðurskiftini umborð, "sigur Tomas Eneroth.

Kelda: Sjöfartstidningen