* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Palepas-havnin í Malaisia.

Danmark steingir sjómanskirkjuna í Malaisia

Sjómansklubbin í Pelepas í Malaisia stongir, og føroysk og donsk sjófólk missa eitt týdningarmikið stað at fara til í Pelepas. Orsøkin er sparingar.

 

Í veruleikanum er ikki fult og heilt talan um eina sjómanskirkju í og við at kirkjan er í einum erka muslimskum landi. Tí eitur kirkjan alment Seamen’s Center og ikki kirkja. Sentrið lat upp í 2002 sum fyrsta “sjómanskirkan” í einum muslimskum landi, skrivar Søfart.

 

Heimasíðan hjá Donskum Sjómans- og Uttanlandskirkjum, DSUK, skrivar, at samstundis sum danska sjómanskirkjan í Pelepas letur aftur, verður sjómanskirkjan í Singapor styrkt.

 

Avgerðin at samla megina um sjómanskirkjuna í Singapor er, at nógv skip fara inn bæði í Singapor og Pelepas við bara fáum døgum á muni, skrivar Sjómanskirkjan á heimasíðuni.

 

Kelda: Søfart