* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark upp á listanum yvir flaggtjóðir

Flotin undir donskum flaggi er nú á 13. plássi á listanum yvir flaggtjóðir.

Skipini undir donskum flaggi verða størri, og tað hevur havt við sær, at Danmark nú er farið úr einum 14. til eitt 13. pláss á listanum yvir heimsins flaggtjóðir. Hetta kemur fram í hálvárligu útgávuni hjá Danske Redier, ”Danish Shipping – Facts and Figures”, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Í alt er tonnasjan vaksin við umleið 800.000 bruttotonsum frá apríl til oktober 2017 til16,4 mió. bruttotons. Danski flotin nærkast støddini hjá nr. 12 á listanum, indonesiska flotanum, sum bert er 60.000 bruttotons størri.

Tað er positivt, at Danmark flytur upp eftir á listanum yvir flaggtjóðir, heldur Danske Rederier.

- Tá vit flyta upp á listanum yvir flaggtjóðir, er tað tekin um, at vit eru eitt áhugavert land at hava skip síni í og fleiri skip geva meira virksemi í Danmark íroknað arbeiði á landi. Tað eru vit, tí vit kunnu bjóða góð rammukor og røttu førleikarnar til reiðarí, sum hava hug til at reka síni skip úr Danmark, sigur Anne H. Steffensen, stjórin í Danske Rederier.

Fjórðstørst í Evropa

Tað er tó framvegis langt upp til toppin av flaggtjóðum, har Panama er greitt á odda við 220 mió. bruttotonsum. Vit skulu heilt niður á sættaplássið eftir eini evropeiskari flaggtjóð. Her er Malta við 72,3 mió. bruttotonsum. Síðani koma Grikkaland og Kypros, men eisini her er Danmark komið meira við og liggur nú sum fjórðstørsta flaggtjóðin í Evropa, eftir at vera farin framum Italia.

Góð orsøk er eisini at søkja ímóti Danmark, heldur Danske Rederier. Ikki minst nú skrásetingargjaldiðfyri víðariseld skip verður tikið av.

- Danmark er ein sjóvinnutjóð við einum stórum maritimum bólki. Skulu vit vaksa upp aftur meira sum flaggtjóð, skal Danmark verða verandi kappingarført. Her er avgerandi, at ein meiriluti í Fólkatinginum hevur gjørt av at strika skrásetingargjaldiðfyri skip, tí hetta hevur stóran týdning, tá reiðaríini velja, hvat land tey skulu flagga síni skip inn undir. Við teimum aktuellu broytingunum vænta vit, at danska flaggið fer at halda fram við vøkstrinum næstu árini, sigur Anne H. Steffensen.

Top tíggju flaggtjóðir og Danmark

Kelda: Danske Rederier