* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danmark veksur sum sjóvinnutjóð

Danmark flytir upp sum nummar seks á listanum yvir heimsins størstu sjóvinnutjóðir, mált í virkandi tonnasju. Hett er eitt pláss hægri enn í fjør, vísir seinasta uppgerðin hjá IHS MARKIT.

Danska skipaferðslan er í løtuni í eini positivari gongd. Heta kann nú lesast beinleiðis á styrkislistanum yvir heimsins størstu sjóvinnutjóðir. Danmark er farið framum Týskland og er harvið flutt upp á sættaplássið, mált í virkandi tonnasju, sum fatar um egin ella leigaði skip, sum donsk reiðarí reka, skrivar Søfartsstyrelsen í tíðindaskrivi.

”Tð er gleðiligt at síggja, at donsk skipaferðsla aftur hevur fingið damp undir ketlarnar og styrkir um altjóða støðu sína. Bláa vakstrarætlanin fer vónandi at seta upp aftur meiri ferð á, so vit næstu árini fara at síggja framhaldandi vøkstur bæði í danskt riknu tonnasjuni, men eisini í talinum á skipum undir donskum flaggi". sigur Brian Mikkelsen vinnumálaráðharri.

Ráðharrin leggur í dag fram katalogið hjá stjórnini við 37 ítøkilig átøk, ið hevur til endamáls at “gera Danmark til ein alheims maritiman orkudepil í 2025.”

Listin yvir heimsins størsti sjóvinnutjóðir sær beint nú soleiðis út:
1 Grikkaland
2 Japan
3 Kina
4 Singapore
5 USA
6 Danmark
7 Týskland

USA á fimtaplássinum er bert 7 mió. bruttotons frammanfyri Danmark - og er sostatt ikki ómøguligt hjá Danmark at leggja afturum seg.

Kelda: Søfartsstyrelsen