* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða í Skagerak leygardagin, og fregattin, Huitfeldt, tók kongaskipið upp á sleip.

Kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða í Skagerak leygardagin á veg til Føroya, her Drotningin skal vitja í næstu viku. Kongaskipið bað um hjálp, og fregattin, Huitfeldt, sleipaði seinni kongaskipið inn til Frederikshavn.

 

Sunnumorgunin var Huitfeldt í holt við at sleipa kongaskipið inn í havnina hjá flotastøðini í Frederikshavn. Ein tekniskur feilur førdi leygardagin til, at báðar maskinurnar á Dannebrog steðgaðu.

 

- Enn vita vit ikki orsøkina til feilin, men serfrøðingar standa tilreiðar at kanna maskinurnar fyrsta, skipið er komið í havn, sigur eitt kunningarfólk hjá Verjukommandoini, Lars Skjoldan, við Maritime Danmark.

 

Enn ber ikki til at siga, um tað eydnast at fáa kongaskipið liðugt umvælt so mikið skjótt, at tað sum ætlað kann sigla við Drotningini, meðan hon vitjar í Føroyum.

 

Drotningin var ikki stødd umborð á Dannebrog, tá tey fingu maskinskaða. Heldur ikki onnur í kongafamiljuni vóru umborð.

 

Kongaskipið er smíðað í 1932, og áhaldandi viðlíkahald og nútímansgerðir av ymsum slag gera, at skipið er í heilt góðum standi.

 

Kelda: Maritimedanmark