* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danska oljuframleiðslan í Norðsjónum í støðugari minking

Danski Tjóðbankin hevur skorið forsøgn sína um BTÚ-vøksturin niður í eina helvt til 0,8 prosent. Orsøkin er fyrst og fremst, at Danmark framleiðir minni olju í Norðsjónum, og tí fellur orkuútflutningurin. Ikki minst er framleiðslan í Tyra-brunninum fallin 10 prosent.

”Minni og minni olja er at hála upp, men enn ber ikki til at siga, at oljuævintýrið er av”, sigur Mikkel Høegh, búskaparfrøðingur í hugbankanum Europa, ið heldur, at tjóðarroknskapurin átti at verið reinsaður fyri oljuframleiðslu.

”Oljan spælir ein munandi leiklut. Men tá oljuframleiðsla ikki er ein støðug stødd, kann hon geva stór sveiggj, og tað kann toga BTÚ bæði upp og niður”, sigur hann.

Útflutningurin hjá Danmark av olju var í fjør upp á 13,7 miljónir tunnur, men tørvurin á nýggjum og størri oljufundum tálmar donsku oljuframleiðsluni. Seinastu trý árini eru bert tríggjar boringar gjørdar, og heldur henda gongdin fram, verður Danmark nettoinnflytari av olju í 2021.

Kelda: epn.dk