Danmark útflutti í fjør fisk og fiskavørur fyri 19,8 mia. krónur.

Hetta er ein vøkstur upp á 100 miljónir krónur í mun til 2011. Virðið á danska fiskaútflutninginum hevur ongantíð fyrr verið so høgt, skrivar Fiskeritidende.

Tølini standa í Fiskeristatistisk Årbog 2012, sum NaturErhvervstyrelsen júst hevur almannakunngjørt.

Eisini innflutningurin av fiskavørum hækkaði. Innflutningurin var umleið 700 miljónir krónur hægri samanborið við árið fyri. Samlaði innflutningurin av fiskavørum var í 2012 upp á 14,5 mia. krónur.

Hýrurnar fullu

Metvirðið á danska fiskaútflutninginum endurspeglaði seg ikki í inntøkunum hjá donsku fiskimonnunum, sum tvørturímóti minkaðu í fjør.

Bruttoumsetningurin av samlaðu landingunum hjá donsku fiskimonnunum fall í 2012 við átta prosentum til 2,9 mia. krónur.

Fallið í samlaða bruttoumsetninginum var ávirkað av stórum falli í kvotunum av nebbasild til ídnað í 2012.

Virðið á ídnaðarveiðuni fall við umleið 336 miljónir krónum, meðan virðið á veiðuni til matnað hækkaði við umleið 86 miljónir krónum. Framgongdin kom frá sildarveiðuni, ið royndist væl bæði í nøgd og prísum.

Veiðan av uppsjóvarfiski til matnað var harafturímóti rakt av fallandi prísum í 2012.