* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danskir róðrarmenn fyrstir á mál í kapping tvørtur um Atlantshavið

Donsku róðrarmenninir, Lasse Wulff Hansen og Mads Vangsø, komu týsdagin fyrstir á mál, eftir at hava róð 5.000 kilometrar um Atlantshavið uppá 50 dagar.

 

Teir báðir byrjaðu at rógva frá Kanarisku Oyggjunum hin 12. desember, og meginpartin av túrinum hava teir skifts um at róð - tveir tímar í senn.

               

Donsku ævintýrararnir vóru við í einari kapping saman við einari rúgvu av róðrarbátum í Talisker Whisky Atlantic Challenge. Bátar við fleiri enn tveimum róðrarmonnum vóru fyrr á mál enn danirnir, men danski báturin var greiður vinnari í sínum bólki.

 

Kelda: Maritime Danmark

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=1tO69Ad9McM]
Sjónband í sambandi við Talisker Whisky Atlantic Challenge.