
Danska frálandsfelagið A1 Offshore Solutions í Svendborg, sum frammanundan eigur tvey frálandsskip, hevur keypt týska tænastuskipið Ocean Zephyr. Skipið hevur ein fastan 5-ára summarsáttmála og hevur støð í Emden.
”Keypið er úrslit av eftirspurningi frá kundum okkara eftir einum framkomnum skipi við møguleika fyri at fara beinleiðis til arbeiðis”, sigur Tom Nielsen, stjóri í A1 Offshore Solutions.
Tað 87 metrar langa skipið er m.a. útgjørt við eini Ampelmann A-type offshore access skipan, ið ger tað møguligt hjá serviceteknikarunum at spáka beinleiðis til arbeiðis.
Skipið, ið er útgjørt við eini DP 2 skipan, hevur higartil verið ogn hjá týska frálandsfelagnum OWS Off-Shore Wind Solution, og hevur fimm ár eftir av einum føstum sáttmála, har tað á hvørjum sumri verður brúkt til tænastuuppgávur á havvindmyllulundum út fyri týsku strondini. Ocean Zephyr heldur fram undir hesum sáttmála, men verður harumframt boðið út á marknaðinum restina av árinum.
Sambært metingum á marknaðinum hevur A1 goldið millum 6 og 9 miljónir evrur fyri Ocean Zephyr.
Kelda: mariitime.dk