* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Akbar av Bombay varð smíðað á Helsingør-skipasmiðjuni í 1971. Nú verður skipið skjótt upphøgt.

Danskt smíðað pílagrímsskip verður upphøgt

Akbar av Bombay æt skipið, tá tað fór av bakkastokki á skipasmiðjuni í Helsingr fyri 48 árum síðani, smíðað til indiska reiðaríið, Mogul Line, at flyta pílagrímar úr India til Mekka.

 

Nú nærkast seinasta ferðin hjá hesum gamla skipinum. Ætlandi verða trossarnir loystir fyri seinastu ferð í hesi vikuni, tá Akbar setur kós seinastu ferðina. Málið er upphøggingarstrondin við Arlang.

 

Talan var um eina stóra ætlan á sinni, sum fekk altjóða umrøðu, tá skipið varð smíðað í Helsingør.

 

9.500 brutto-tons stóra skipið varð í 1971 seinasta skipið, sum varð smíðað beinleiðis at flyta pílagrímar við úr India til Mekka. Uttanfyri háárstíðina sigldi Akbar av Bombay eina rutu millum India og Eysturafrika.

 

Eftir stórar broytingar í Eysturafrika og eftir nógv sløg at bíligum alternativum til pílagrímsleiðina hjá Akbar av Bombay, gjørdist skipið arbeiðsleyst.

 

Og nú fer Akbar av Bombay, sum so errið fór av bakkastokki í Helsingør í 1971, seinastu ferðina móti upphøgging.

 

Kelda: Maritime Danmark