* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danskt reiðarí á vísindaliga kanningarferð

Kanningarferðin hevur fingið heitið “First Descent Indian  Ocean”, og aftrat reiðarínum, A1 Offshore Solutions, sum hoyrir heima í Svendborg, verða granskarar frá Oxford University og University og Seychelles við serfrøði innan millum annað havlívfrøði.

 

Málið við kanningarferðini er at fáa grunnleggjandi vitan um ávirkanina, sum veðurlagsbroytingarnar hava á koralriv og tilhoyrandi vistskipan í Indiska havinum. Koralrivið er í stórum vandi fyri at hvørva.

 

Granskararnir skulu eisini kanna stóru plastikknøgdirnar og avleiðingarnar, sum plastikkið hevur á rivini, og sum aftur fer at hava beinleiðis ávirkan á tær 2,2 milliardir fólkini, sum búgva og liva kring Indiska havið.

 

Við sær hava granskararnir ymiska útgerð sum kavbátar, ið kunnu kava niður á 300 metrar, filmsútgerð, kanningarstovur til vísindaligt kanningararbeiði o.s.fr. Filmslið frá Sky News og Associated Press eru við, og ætlanin er at stroyma kanningarferðina umvegis sattelittsamskifti.

 

Kanningarferðin tekur 42 dagar.

 

Kelda: A1 Offshore Solutions/Maritime Danmark