* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danskt reiðarí gevst í Havn

Reiðaríið “Peter Madsen” í Skanderborg gevst nú við arbeiðnum við havnaútbyggingini í Havn. Teir báðir grótbátarnir, Merete Chris og Aase Madsen, fara nú niðuraftur til Danmarkar sambært Maritime Danmark.

 

Havnaútbyggingin er størsta havnaætlanin í Føroyum yvirhøvur, og við sínum 465 milliónum krónum er tað eisini kostnaðarmiklasta ætlanin av sínum slag í Føroyum.

 

Umframt eina nýggja bryggju uppá 900 metrar og 15 metrar dýpi, fæst eisini eitt nýtt økið við einari vídd uppá 95.000 fermetrar.

 

Við nýggju útbyggingini kann Tórshavnar havn gerast ein uppaftur størri miðepil í Norðuratlantshavi.

 

J&K Petersen hevur staðið fyri arbeiðinum at útbyggja Tórshavnar havn.


Kelda: Maritime Danmark