* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Celsius Shippin hevur júst keypt 8 ára gamla tanabátin, Unique Fidelity.

Danskt reiðarí keypir tangabát

Danska reiðaríið “Celsius Shipping”,  sum í mai kom inn á tangabátamarknaðin umvegis keypið av  teimum fýra tangabátunum hjá Kirk Shipping, hevur eftir øllum at døma aftur verið til handils. Hesa ferð hevur reiðaríið keypt 8 ára gamla tangabátin, Unique Fidelity, sum er 50.083 DWT.

 

Sostatt ræður reiðaríið, sum varð stovnað í 2013 og hevur høvuðssæti í Keypannahavn, nú yvir fleiri enn 39 skipum – produkttangabátar, kemikaliutangabátar, LPG-tangabátar, leysfarmaskip og bingjuskip.

 

Kostnaðurin av Unique Fidelity er ikki upplýstur, og reiðaríið hevur heldur ikki váttað keypið alment enn.

 

Tradewinds skrivar, at Celsius Shipping eisini skal hava gjørt onkra ivasama íløgu í LNG-tangabátar, men hetta er heldur ikki váttað.

 

Kelda: Maritime Danmark