* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danskt vápnaskip sigldi á boyu

Danska farmaskipið Karina Danica, sum reiðaríið H. Folmer & Co. í Keypmannahavn eigur, sigdi í síðstu viku á eina boyu í innsiglingini til havnina í Cagliar í Sardinia. Eftir hendingina varð danska skipið sleipað til bryggju.

Karina Danica kom úr Santander í Spania, har tað sambært einum sokallaðum friðarbólki hevði lastað bulgarsk framleidd vápn. Eisini í Cagliar skal Karina Danica sambært friðarbólkinum lasta vápn. Vápnini eru eftir øllum at døma á veg til amerikanskt stuðlaðar bólkar í Sýria og øðrum støðum í Miðeystri.

Upplýsingarnar um farmin hjá skipinum eru ikki váttaðar frá øðrum síðum. Men tað er øllum kunnugt, at skip hjá H. Folmer & Co. ofta flyta vápn og lóður.

Karina Danica er helst leigað til henda flutningin av amerikanska felagnum Charming.

Tá Karina Danica var komin at bryggju í Cagliar, fóru kavarar niður at kanna, um botnurin hevði fingið skaða av ásiglingini. Orsøkin til ásiglingina var sambært lokalum miðlum trupulleikar við einum thrustara.

Kelda: maritimedanmark.dk