* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danski eldraráðharrin, Thyra Frank.

Danskur eldraráðharri vitjar í Føroyum

Danski ráðharrin í eldramálum, Thyra Frank, vitjar millum onur landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.

Í dag kemur Thyra Frank at vitja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Thyra Frank, sum er danskur eldraráðharri, vil fegin kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður.

Meðan Thyra Frank er í Føroyum, fer hon fyrst at vitja Kommunufelagið, har stjórin fer at greiða frá um eldraøkið í Føroyum.

Thyra Frank fer eisini at vitja fleiri kommunur: Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar eins og hon fær kunning um, hvussu ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.

Vitjanin hjá Thyru Frank varir til hósdagin, 7. februar.