* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danskur ísbrótari fer í frálandavinnu

Nakað av ísi hevur verið í donskum sjóøki í ár, men ov lítið til at ísbrótarin, Thorbjørn, er settur í arbeiði.

 

Síðan Nordane Shipping keypti ísbrótaran fyri trimum árum síðani, hevur hann ligið við bryggju í Svendborg. Nordane Shipping vónaði at fáa eitt sindur av arbeiði í Eystrasalti, men tað er higartil vorðið av ongum.

 

- Tí umhugsa vit nú at fáa ísbrótaran í frálandavinnuna, sigur Niels Højlund Hansen, stjóri í Nordane Shipping.

 

Hotell ella gransking

Stjórin í Nordane Shipping heldur, at fer ísbrótarin í frálandavinnuna, kann skipið til dømis nýtast sum flótandi hotell ella til gransking av ymsum slag.

 

Thorbjørn varð smíðaður á skipasmiðjuni í Svendborg í 1980. Nú liggur hann so svínabundin við bryggju nærindis nafturlatnu skipasmiðjuna í Svendborg.

 

Kelda: Søfart