* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Thyborøn.

Danskur reiðari ákærdur fyri mannahandil

Løgverjan í Mið- og Vesturjútlandi hevur ákært ein 55 ára gamlan danskan skipsreiðara fyri mannahandil, og fyri at hava havt tvey ghanesisk sjófólk í starvi uttan neyðug arbreiðsloyvi, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava gjørt sítt til, at hesi bæði sjófólkini hava verið í Danmark uttan uppihaldsloyvi.

 

Sambært ákæruritinum krevur ákærin fongsulsrevsing, endurgjald til teir báðar ghanesararnar og at hald verður lagt á skipið, sum reiðarin og fyritøka hansara eiga. Tað skrivar Maritime Danmark, sum endurgevur 3G-blaðið.

 

Sambært fakblaðnum hava ghanesararnir í meira enn trý ár arbeitt undir trælalíknandi viðurskiftum á einum fiskiskipi í Thyborøn. Ongin frítíð og 11 tímar arbeiði seks dagar um vikuna.

 

“Eg eri ógvuliga argur um, at ein danskur reiðari finnur uppá at taka frælsið frá tveimum menniskjum, og fara við teimum á henda hátt. Tað er ótespiligt,” sigur Morten Bach, sum er ITF-eftirlitsfólk.

 

Kelda: Maritime Danmark og 3F