* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vakmyndatól skulu ikki nýtast umborð á skipi bara at hava eftirlit við manningini.

Dátueftirlitið ger vart við vakmyndatól umborð á skipum

Dátueftirlitið ger í skrivi vart við, at vakmyndatól umborð á fiskiskipum bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál.

 

Í skrivi dagfest 9. Juli 2018 sigur Dátueftirlitið, at stovnurin er vorðin varugur við, at nýtsla av vakmyndatólum so at siga er vanlig umborð á føroyskum fiskiskipum.

Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu.

Ílagi í onkrum førum

Samstundis sum Dátueftirlitið ger vart við, at tað ongantíð kann góðtakast, at vakmyndatól verða brúkt at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti, so víst eftirlitið á, at tað er ílagi í nøkrum førum – í ávísum førum er tað beinleiðis krav, at hava vakmyndatól umborð. Dátueftirlitið sigur millum annað í skrivinum:

Sambært reglu 5, kapittul VI, í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E, sum hevur heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, er tað í ávísum førum krav, at tað eru vakmyndatól umborð á fiskiskipum, ið er 15 metrar og longri:

Hvor det ikke er teknisk muligt at sikre direkte udsyn fra skibets manøvreplads til alle arbejdspladser på vejrdækket, jf. regel 5.1, skal der monteres videoovervågning med et system, der er egnet til maritimt brug, og hvor placeringen af kameraet og monitoren er godkendt af Administrationen.

Dátueftirlitið sigur eisini í skrivinum, at:

Dátueftirlitið vil at enda nýta høvið til at gera greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál, sbr. §8, stk. 1, nr. 1-2 í persónsupplýsingarlógini, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti.

Annars vísir Dátueftirlitið í hesum sambandi til persónsupplýsingarlógina § 30, har møguleiki hjá skrásettum er at kæra til Dátueftirlitið.