* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Deep Horizon kostar BP 1,7 mia. dollarar eyka

BP er nú til reiðar at rinda 1,7 mia. dollarar fyri at sleppa undan síðstu løgfrøðiligu krøvunum eftir Deepwater Horizon vanlukkuna í 2010, sum er størsta oljuvanlukkan í søguni. Vanlukkan, ið kravdi 11 mannalív og hevði við sær eitt útlát av 4,9 mió. tunnum av ráolju, hevur higartil kostað BP meira enn 60 mia. dollarar.

BP sigur í eini fráboðan, at upphæddin upp á 1,7 mia. dollarar skal dekka írestandi fíggjarliga tapið og onnur krøv í sambandi við semjuna, sum - undir eftirliti av rættinum - skal avgreiða alt millumverandi eftir vanlukkuna.

Deepwater Horizon vanlukkan hevur longu kostað BP meira enn 60 mia. dollarar og verður skírd sum størsta oljuútlátið í heimssøguni. Ovurhonds stóru nøgdirnar av olju, sum luku út, dálkaðu kilometrar langar strendur í m.a. Louisiana og elvdu til umfatandi skaðar á havumhvørvið, fiskiskap og ferðafólkavinnuna í umráðnum. 

So seint sum í 2013 vórðu framvegis meira enn tveytúsund tons av oljurestum á strondunum í Louisiana burtubeind, meðan delfinur framvegis doyðu í stórum tali.

BP gekk í 2015 við til at rinda eina metstóra bót upp á 18,7 mia. dollarar fyri at hava høvuðsábyrgdina fyri vanlukkuni.

Harumframt hevur BP goldið meira enn 40 mia. dollarar í øðrum útreiðslum í sambandi við vanlukkuna, men roynir altso nú at sleppa undan teimum síðstu rættarmálunum.

Kelda: Bloomberg/maritimedanmark.dk