* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Deyðaóhapp á sjónum skulu kannast

Tað er vitleyst, at donsk sjófólk kunnu doyggja á sjónum, uttan at arbeiðsóhappini verða kannað. Málið verður nú tikið upp í Fólkatinginum.

Avdúkingin hjá danska Fagbladet 3F av, hvussu danskir fiskimenn og sjófólk kunnu doyggja í arbeiðsóhappum á arbeiðnum, uttan at nøkur revsirættarlig kanning verður gjørd, vekir vreiði millum flokkar í Fólkatinginum.

Tað skrivar Fagbladet 3F.

Morten Bødskov, ið er formaður í vinnu-, vakstrar- og útflutningsnevndini hjá Fólkatinginum, heldur, at allar ávaringarklokkur ringja.

- Tað er óskiljandi og vitleyst, at deyðaóhapp á sjónum ikki verða kannað, sigur Morten Bødskov við Fagbladet 3F.

Danski fiskimaðurin Teddy Bak Nielsen misti fyri trimum árum síðani lívið í einum arbeiðsóhappi í altjóða sjógvi millum Danmark og Svøríki. Tað hendi í einum samanstoyti við eitt maltesiskt skip við einum estiskum stýrimanni á brúnni. Her gjørdi løgreglan onga revsirættarliga kanning hvørki í Danmark, Svøríki, Malta ella Estlandi.

- Hetta avdúkar, hvussu vánaligt altjóða samstarvið á umráðnum er. Mangt bendir á, at reglur og leiðreglur mangla fyri deyðaóhapp á havinum. Tað er uppgávan hjá ráðharranum at tryggja, at altjóða samstarv er millum sjóvinnumyndugleikarnar, ið tryggjar, at málini verða kannað, sigur Morten Bødskov.

Hann ætlar í sambandi við hetta málið at seta vinnumálaráðharranum Brian Mikkelsen fleiri spurningar. Brian Mikkelsen er ábyrgdarráðharri fyri Sjóvinnustýrinum, ið kannar deyðaóhapp á sjónum.

Kelda: soefart.dk