* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS fær bretskan no-deal-sáttmála

Tað almenna Bretland hevur nýtt fleiri enn 100 milliónir pund at gera tríggjar sonevndar no-deal-sáttmálar um eyka kapasitet á farmaleiðini um so er, at Ongland fer úr ES við einari bráð-útgongd.

 

Verður sáttmálin veruleiki, skal DFDS tryggja eyka kapasitet í einum sáttmála upp á 42,5 milliónir pund ella góðar 350 milliónir danskar krónur.

 

Grundað á tíðartrýstið til Brexit-evstamarkið seinast í mars mánaði, hevur bretski staturin valt ikki at bjóða hesa uppgávuna út. Tískil hava ávísar atfinningar verið móti avtaluni, veit The Guardian at siga.

 

Um Bretland fær eina bráð-útgongd av ES ella eitt hart ES-Brexit, sum bretar rópa tað, kann tað elva til langar bíðirðøðir í Dover í sambandi við, at nógvir og stórir treylarar skulu tollast. Tí er málið sambært bretska flutningamálaráðnum, at eyka kapasitetur skal kunna flyta 4.000 treylarar úr Dover um vikuna.

 

Bretska flutningsmálaráðið hevur keypt kapasitet frá DFDS og Brittany Ferries at flyta ferðsluna til Immingham og Portsmouth.

 

Kelda: Søfart