* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Irish Ferries boðar í tíðindaskrivi frá, at felagið fer at sigla á rutuni Dover – Calais. Sostatt er sjóvegis kappingin um kundarnar harnað á einum av heimavøllunum hjá DFDS.

 

Nýggja farleiðin byrjar í juni í ár, tá ferðafólkaskipið, Isle og Inishmore, verður sett inn í siglingina í Ermarsundi. Eitt skip hjá felagnum verður sett inn á farleiðina aftrat seinni í ár.

 

Stigið verður mett ógvuliga merkisvert í einari tíð, har ferðafólkatalið og farmamongd er minkað í Ermasundi síðan Brexit.

 

DFDS hevur í løtuni seks skip í Ermarsundi, trý á Dover – Dunkirk og tríggjar ferjum á Dover – Calais.

 

P&O Ferries hevur fýra skip á Dover – Calais. Øll hesi skipini eru ro/pax-ferjur við pláss fyri bæði farmi og ferðafólkum. Felagið hevur í ár minkað talið av skipum úr seks niður í fýra.

 

Irish Ferries siglir í løtuni við farmi og ferðafólki millum Bretland og Írland.

 

- Vit er fegin um at kunna boða frá ætlanunum hjá heimsins besta “short sea” ferjumarknaði, og vit meina, at vit kunnu bjóða kundum okkara fleiri valmøguleikar komandi árini, stendur í tíðidaskrivinum frá Irish Ferries.

 

Kelda: Søfart