* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS gevst við fíggjarliga truplari farleið

DFDS hevur gjørt av at stongja roro-farleiðina millum Rosyth í Skotlandi og Zeebrügge í Belgia. Farleiðin hevur leingi siglt í fíggjarliga tungum sjógvi, skrivar reiðaríið.

 - Farmurin verður savnaður alt meira í ávísum støðum, har fráfaringartíttleikin er høgur, og møguleikin at seta inn størri skip er góður. Á hesi farleiðin vænta vit hvørki meira farm ella fleiri fráferðir, og tískil hava vit gjørt av at niðurleggja farleiðina, skrivar DFDS.

 

Tríggjar fráferðir hava verið um vikuna á hesi farleiðini, og tað er roro-skipið, Finlandia Seaways, sum hevur siglt rutuna.

 

Umsetningurin í 2017 var upp á umleið 100 milliónir krónur. Skipið hevur ligið síðan 16. apríl, tá tað fekk stóran skaða av einum eldi í maskinrúminum.

 

Sambært passengership.info hevur DFDS framvegis 10 farleiðir millum Bretland og restina av Evropa – eftir at farleiðin millum Rosyth og Zeebrügge er niðurløgd.

 

Kelda: DFDS og passengership.info