* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS heldur eygað við Erdogan og Trump

Turkaland er ein stórur marknaður hjá DFDS, sum í fjør keypti turkiska, UN Ro-Ro. Tískil vónar forstjórin í felagnum, Torben Calsen, at Erdogan, forseti, fer at royna at fáa gongd í trýsta búskapin hjá Turkalandi á G20-fundinum hetta vikuskiftið.

 

Turkaland hevur verið undir stórum búskaparligum trýsti seinasta árið, tí landið hevur verið á veg móti búskaparligum hóttafalli, og tað er júst tað, sum er hent í 2019.

 

Tað er óheppið fyri DFDS, sum altso keypti stóra turkiska felagið, UN Ro-Ro, í byrjanini av hesum árinum.

 

- Tað er greitt, at timingin var óheppin, sigur Troben Carlsen, stjóri í DFDS, við ShippingWatch.

 

Hann vónar tískil, at turkiski forsetin fer at raðfesta búskaparstøðuna fremst á G20-fundinum í vikuskiftinum.

 

- Tað kann fara báðar vegir, men vit vænta, at hann fer at fokusera meira upp á búskaparstøðuna, enn hann higartil hevur gjørt, sigur Torben Carlsen.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at tað saktans kann enda við einari avtalu, men hann er eisini nøgdur við viðurskiftini, sum tey eru í løtuni.

 

Kelda: ShippingWatch