* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS í Gøteborg sendur 90 fólk til hús

Ro-ro terminalurin hjá DFDS í Gøteborg hevur mist ein av sínum stóru kundum, CldN, og tað kostar nú eftir øllum at døma 90 av starvsfólkunum í terminalinum arbeiðið. DFDS er í løtuni í samráðingum við fakfeløgini hjá raktu starvsfólkunum.

”Vit hava tikið upp samband við fakfeløgini fyri at tosa um støðuna, og hvussu vit best kunnu tillaga okkum hana. Harmuliga støðan kemst av marknaðarbroytingum og øktari kapping”, sigur Björn Wånge, Managing Director, Gothenburg RoRo Terminal.

”Tað er tí sera umráðandi, at vit halda fram við at fokusera upp á, hvussu vit kunnu tillaga okkum ynskjunum hjá kundunum og økja effektivitetin í okkara terminali, so vit framhaldandi kunnu vera ein kappingarførur og áhugaverdur partnari hjá flutningsvinnuni”, sigur Björn Wånge,

Orsakað av tingingunum í løtuni við meðarbeiðararnar vil Björn Wånge ikki fara í smálutir um ætlanirnar hjá leiðsluni.

Kelda: DFDS Update