* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS í kapping um Brexit-sáttmála

Sjey ymisk reiðarí eru vald út at bjóða uppá Brexit-sáttmálar, sum skulu tryggja Bretlandi serliga týdningarmiklar vørur, um landið endar við at fara úr ES uttan eina avtalu seinast í oktober.

 

Vísandi til Department of Transport skrivar DFDS, at fyrstu sáttmálarnir verða gjørdir um miðjan oktober. Avtalurnar kunnu koma upp í 300 milliónir pund yvir fýra ár. Tað eru 2,5 milliardir krónur.

 

Umframt DFDS eru reiðaríini Brittany Ferries, Irish Ferries, P&O Ferries, Seatruck og Stena vald út at geva tilboð.

 

DFDS vann saman við Brittany Ferries eitt samsvarandi tilboð beint áðrenn evstamark fyri, at bretar skuldu úr ES. Eftir at Brexit varð útsett ta ferðina, vórðu flestu skiparuturnar avlýstar, og DFDS fekk endurgoldið fyri mista inntøku.

 

Kelda: Søfart