* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS hevur gjørt avtalu at keypa Lucey Transport Logistics, sum umsetir fyri 240 milliónir krónur um árið.

 

Flutningsfyritøkan DFDS hevur verið í Írlandi á summarinnkeypi, og har hevur fyritøkan keypt farma- og logistikkfelagið Lucey Transport Logistics, sum hevur aðalskrivstovu í Dublin.

 

Tað boðaði DFDS frá í eini fráboðan á gjaldsskálanum mánadagin.

 

Lucey Transport Logistics hevur 240 fólk í starvi og umsetir fyri 240 milliónir krónur árliga.

 

Felagið hevur eina stóra útbýtingarmiðstøð í Dublin og fleiri aðrar goymslur í Írlandi og Norðurírlandi. Felagið hevur eisini 70 lastbilar og meira enn 400 viðfestisvognar/treylarar.

 

Sambært DFDS fer keypið at byggja upp undir verandi handil teirra í Írlandi, og hann fer eisini at styrkja tilboðini til írskar kundar. Tað snýr seg millum annað um møguleikar fyri at bjóða altjóða flutning, tí DFDS rekur frammanundan eina ferjufarleið millum Rosslare í Írlandi og Dunkerque í Fraklandi.

 

Kappingarmyndugleikarnir skulu góðkenna handilin.

 

Kelda: /ritzau/