* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Annað av skipunum, sum DFDS hevur keypt til eina nýggja farleið millum Gøteborg og Zeebrugge.

DFDS keypt tvey skip at sigla við pappíri

DFDS skal flyta 700.000 tons av pappíri um árið fyri svenska pappírsframleiðaran, Stora Enso, á einari farleið millum Göteborg og Zeebrugge.

DFDS og Stora Enso hava í dag skriva undir ein fimmára sáttmála um at flyta 700.000 tons av pappíri og pappírsvørum áliga millum Göteborg og Zeegrugge. Stora Enso hevur møguleika fyri at leingja sáttmálan við trimum árum.

Tað upplýsir DFDS í einum tíðindaskrivi.

Fyri at megna hendan flutningin byrjar DFDS eina flutningsleið millum Göteborg í Svøríki og Zeebrugge í Belgia. Trý farmaskip fara at taka sær av rutuni. Tvey ro/ro-skip, Slingeborg og Schieborg, verða keypt til endamálið fyri 270 milliónir krónur.

Talan er um tvey sytsturskip, sum vórðu smíðað á Flender-skipasmiðjuni í 2000. Skipini eru 183,29 metrar long og 25,2 metrar breið. Higartil hava tey siglt fyri reiðaríið, Wagenborg.

Aftrat teimum báðum farmaferjunum, sum eru nevnd omanfyri, fer eitt av verandi skipunum hjá DFDS, sum siglir á leiðini millum Göøteborg og Gent, at sigla á nýggju farleiðini.

Kelda: Søfart