* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS leggur fram nýggja ætlan fyri næstu fimm árini

DFDS leggur framm fýra nýggj strategisk og fíggjarlig mál, sum skulu hava við sær vøkstur næstu fimm árini. Ein triðingur av vøkstrinum skal koma frá uppkeypi.

 

Bæði umsetningur og inntøka skulu vaksa, og tað skal gerast á fýra økjum, sigur DFDS í einum boðum til fjølmiðlarnar:

        

1.     Bjóða fleiri loysnir til úrvaldar ídnaðir

2.     Talgilda tænastur fyri at koyra undir vøksturin

3.     Menna og víðka ferju- og logistikknetverkið

4.     Skapa størri virði fyri ferðafólkini

 

Nýggja ætlanin ber í sær størri rakstrarúrslit (ebidta) uppá 1,9 mia. kr., sum svarar til eitt rakstrarúrslit uppá 5,5 mia. kr. í 2023.

 

Í 2018 var rakstrarúrlitið 3,6 mia. kr. Ein triðingur av vøkstrinum skal koma frá uppkeypi, skrivar DFDS. Samstundis skal ein annar triðingur vera organiskur, og ein triðingur skal koma frá eini handilsætlan í miðjarðarhavsøkinum.

 

DFDS væntar at gera íløgur fyri 5 mia. kr í vakstrarætlanirnar frá 2020 til 2023, og tá er uppkeyp av øðrum fyritøkum og virksemi ikki rorknað uppí.

 

Óvissan í sambandi við ætlanirnar verður mett at vera 10 prosent.

 

Kelda: ShippingWatch