* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Eckerø Line, sum nú fer at samstarva við DFDS um tvær farleiðir millum Estland og Finnland.

DFDS minkar virksemið í Eystursjónum

 DFDS hevur gjørt avtalu vit finska reiðaríið, Eckerø Line, um samstarv.

 

Samstarvið millum DFDS og Eckerø Line snýr seg um at vera felags um tvær farleiðir millum Finnland og Estland:

 

Muuga – Tallinn og

Vuosaari – Helsinki.

 

Samstarvið er ein avleiðing av, at eftirspurningurin er fallin orsakað av koronakreppuni.

 

DFDS hevur longu minkað siglingina millum Paldisk og Hanko niður í eina helvt.

 

Samstarvið millum DFDS og Eckerø Line merkir, at kundarnir nú kunnu velja millum 30 sambond millum Estland og Finnland um vikuna.

 

Kelda: Tradewinds og Maritime Danmark