* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS nýtir danskt amboð móti bunkarsviki

Danska ferjureiðaríið, DFDS, er byrjað at nýta amboðið, BunkerTrust, sum skal hjálpa skipaeigarum at stýra uttan um rotnu eggini í bunkarvinnuni.

 

Tænastan við BunkerTrust ger tað gjørligt hjá reiðaríum at meta - og síggja metingarnar hjá øðrum reiðaríum av leverandørum og bunkarskipum. Hugskotið er, at reiðaríini kunnu hjálpa hvørjum øðrum at stýra uttan um rotnu eggini í vinnuni.

 

- Í dag meta 250 skip javnan sínar bunkarleveransur við BunkerTrust, og DFDS er ímillum 23 skipaeigarar, sum nýta hendan pallin, sigur Nicolai Andersen, sum arbeiðir á teknisku deildini hjá DFDS.

 

- Tað er maskinmeistarin á skipunum, ið metir um bunkarleveransurnar. Tað ger hann út frá einari subjektivari meting av sjálvum arbeiðinum, tá bunkrað verður, av tænastustiginum, samskiftinum, góðsku, nøgd, timing og so framvegis, sigur hann í einari fráboðan.

 

Tað eru fólk hjá Alpina Chartering, og sum eiga og reka turrlastskip út frá Roskilde, sum hava ment BunkerTrust-skipanina.

 

Kelda: Shippingwatch