* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
DFDS selur nú tvær svartahavsferjur, hetta er onnur teirra.

DFDS selur svartahavsferjur

DFDS hevur gjørt av at selja tær báðar svartahavsferjurnar, Vilnius Seaways og Kaunas Seaways, til ukrainska reiðaríið, Ukrferry.

 

Ferjurnar hava seinasta árið verið í sigling í Svartahavinum, har júst Ukrferry hevur leigað tær.

 

Sølan, sum formliga fer fram um eina mánaða, gevur 20 milliónir krónur í avlopi til DFDS.

 

At ferjurnar, sum eru skrásettar í Litava, nú verða seldar, fer at ávirka 70 av manningini. DFDS fer í størst møguligan mun at royna at flyta tey 70 fólkini í onnur stør hjá felagnum.

 

Kaunas Seaways og Vilnius Seaways gjørdust partur at flotanum hjá DFDS í 2001. Ferjurnar vóru smíðaðar á VEB Mathias-Thesen-skipasmiðjuni í táverandi eysturtýska Wismar í 1987 og 1989.

 

Kelda: Søfart