
DFDS væntar gott úrslit
Eftir at DFDS keypti eitt turkiskt reiðarí,
væntar felagið at fáa størri yvirskot seinna hálvár enn higartil roknað við. Nú
roknar DFDS við at fáa eitt yvirskot upp á meira enn 3 milliardir krónur í
2018.
Eftir at úrslitið
fyrsta ársfjórðing í ár er vaksið við 18 prosentum áðrenn skatt av einum
umsetningi upp á 3,5 milliardir krónur, roknar felagið altso við einum betri
heilársúrsliti. Umsetningurin fyrsta ársfjórðing vaks við 8,2 prosentum.
- Bæði vøkstur og
vinningur varð størri enn vænta, og tí roknað vit nú við at umsetningurin fyri
alt árið fer at vaksa við 10 prosentum. Vøksturin í Evropa er tryggur og
stuðlar bæði ferjuleiðum og farmaleiðum. Vit eru í holt við ymsar batar á
fleiri økjum, og teir fara eisini at betra samlaða úrslitið, sigur Niels
Smedegaard.
Í roknskapinum sigur
DFDS, at farmamongdin á ferjuleiðunum hækkaði við 3 prosentum. Haraftrat vaks
talið av ferðafólkum við 14 prosentum.
DFDS væntar, at
yvirtøkan av U.N. Ro-Ro verður gjøgnumførd í juli mánaði í ár. Hetta, saman við
framgongd á øðrum økjum, fer at økja væntaða virkisstigið (EBITDA) í 2018 til
intervallið 3 til 3,2 milliardir krónur í mun til 2,7 milliardir krónur í 2017.
Kelda: Søfart