* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS víðkar rutunetið í Miðjarðarhavinum

Rutunetið millum Turkaland og Frakland veksur nú við nýggjari farleið til Séte. Í løtuni hevur DFDS fýra fráferðir um vikuna millum Istanbul og Suðurfrakland.

 

Í juli gjørdi DFDS fyrsta túrin á nýggju farmarutuni millum Pendik í Turkalandi og Séte í Fraklandi. Fyrsta túrin gjørdi ro/ro-skipið, UND Ege, og tað kom til Séte 9. juli. Séte liggur út móti Miðjarðarhavinum við Montpellier slakar 100 km vestanfyri Marseille.

 

Umframt UND Ege siglur eisini eitt annað av skipunum hjá DFDS, UN Karadeniz, á Pendik-Séte-farleiðini.

 

Áðrenn DFDS tók yvir turkiska U. N. Ro-Ro í fjør, hevði reiðaríið eisini eina farmaleið millum Marseilles og Tunis. Tann farleiðin heldur fram.

 

Kelda: DFDS/Søfart