* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS-eldásetari fær 11 ára fongsulsrevsing

26-ára gamli bretski ferðamaðurin, Boden Hughes, sum av ósketni setti eld á DFDS-ferjuna King Seaways, tá hann royndi at tendra eina hasjpípu og blakaði tendraran í ein dunga av klæðum, er nú dømdur 11 ára fongsulsrevsing. Eldurin kyknaði 28. desember í fjør, meðan skipið var statt í Norðsjónum á veg til Amsterdam.

DFDS-brandstifter får 11 års fængsel

”Avleiðingarnar kundu verið vanlukkuligar. Skelkur kom í, tá ferðafólk máttu flytast av skipinum vegna roykeitran, og reiðaríið hevði eitt tap upp á 800.000 £, stívliga 7,5 miljónir krónur”, segði dómarin, James Goss, sambært Daily Mail.

Eldurin elvdi til eitt størri bjargingarátak. Seks persónar máttu flúgvast á sjúkrahús við tyrlu. 

Boden Hughes varð dømdur níggju ár fyri eldáseting og slagsmål. Hann hevði frammanundan viðgingið seg sekan í ákærunum. Hann fekk haraftrat ein dóm upp á tvey ára fongsul fyri luttøku sína í eini samansvørjing um stuldur av koparkáplum. Boden hevði eisini játtað seg sekan í hesum málinum.

Dómarin segði seg vera samdan í lýsingini hjá ákærumyndugleikanum av "ótrúliga gáloysinum" hjá Hughes í at brúka opnan eld fyri at royna at roykja hasj. 

”Vit hava skyldu til at veita okkara manningum og ferðafólkum eina trygga og álítandi tænastu”, sigur DFDS Seaways, sum annars ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið.

Eldurin kyknaði umleið 30 fjórðingar úr ensku strondini. Seks fólk, teirra millum ein kvinna við barn, vórðu flutt av skipinum vegna álvarsama roykeitran. 946 ferðafólk og manningin, ið taldi 127, vóru umborð. Ferjan noyddist at venda við aftur til North Shields terminalin, har stórt sløkkilið hjálpti til við at basa eldinum. 

Kelda: TradeWinds