* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS-skip í samanstoyti í Belgia

Ongin fólkaskaði hendi, tá farmaskipið Primula Seaways hjá DFDS og bingjuskipið MSC Madrid stoyttu saman umleið klokkan 02.15 leygarnáttina út fyri Vlissingen. Bæði skipini sigldu sama veg. MSC Madrid var á veg til Antwerpen, meðan Primula Seaways hevði kós ímóti Gent.

Primula Seaways fekk álvarsaman skaða á bakborðssíðu framman fyri yvirbygningin, men kom til Gent seinnapartin, har skipið varð kannað fyri skaðar eftir samanstoytin. Skipið lá framvegis í Gent., seinast vit frættu.

MSC Madrid vendi við og kastaði akker á reduni út fyri Vlissingen. Bingjuskipið helt um seks-tíðina leygarkvøldið fram leið sína til Antwerpen og legði at bryggju klokkan 23.00.

Orsøkin til samanstoytin var møguliga, at skipini skuldu hava loðs umborð og settu ferðina niður, og harvið ávirkaði vindurin siglingina. Belgisku myndugleikarnir eru í gongd við at kanna orsøkina til samanstoytin.

Kelda: pzx.nl/maritimedanmark.dk