* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DIS-lóggávan undir hørðum ILO-trýsti

Funnist verður harðliga at §10 stk. 2 og 3 í DIS-lógini í eini nýggjari frágreiðing frá ILO. ILO heitir á donsku stjórnina um skjótast gjørligt at fara undir trípartasamráðingar um at fáa loyst trupulleikan og fáa lógina broytta, so hon lýkur altjóða sáttmálar.

Forboðið í DIS-lógini ímóti, at arbeiðssáttmálar hjá donskum fakfeløgum skulu fevna um útlendsk sjófólk á DIS-skrásettum skipum, fær í seinastu frágreiðingini hjá ILO, International Labour Organization, harðastu átaluna higartil.

Greinin, ið er brot á altjóða sáttmálar, hevur verið eitt stríðsmál, síðani DIS-lógin kom í gildi fyri 25 árum síðani.

Serfrøðingapanelið hjá ILO heitir á donsku stjórnina um skjótast gjørligt at fáa loyst trupulleikan gjøgnum trípartasamráðingar við avvarðandi fakfeløg. ILO væntar samstundis, at danska stjórnin í eini nýggjari fráboðan í desember í ár upplýsir, hvussu ætlanin er at gera DIS-lógina lógliga eftir altjóða máti.

ILO hevur hert tónan munandi í nýggju frágreiðingini, og samstundis er nú ein tíðarkarmur settur fyri, nær ILO væntar at fáa eina afturmelding frá donsku stjórnini.

- Vit hava ferð eftir ferð í CO-Søfart víst á áneyðina av, at trupuleikarnir við §10 verða loystir, so vit heilsa herda tónanum frá ILO vælkomnum. Og vit eru til reiðar at vera við í uppskotnu trípartasamráðingunum. Í 25 ár hava skiftandi stjórnir kveistrað atfinningarnar til viks. Tað er spell, tí stríðið um §10 er efter míni sannføring eina púra óneyðugur svartur blettur á DIS, ið sum heild verður mett sum ein av bestu altjóða skipaskrásetingum. Við aktuella orðaskiftinum eina eina víðkan av DIS-skrásetingini til eisini at umfata millum annað frálandaskip, er nú eisini eitt økt trýst á at fáa 25-ára gamla stríðsmálið í DIS-lógini burtur. Allir partar mugu fordómsfrítt seta seg niður og fáa funnið eina loysn gjøgnum samráðingar, sigur Ole Philipsen, formaður í Dansk Metals Maritime Afdeling og CO-Søfart.

Í ILO-frágreiðingini vísir serfrøðingapanelið á, at talið á útlendskum sjófólkum, ið sum avleiðing av diskriminerandi DIS-lógini onga umboðan hava, er stórt. ILO vísir til tøl frá stjórnini fyri 2012, ið siga, at 4.759 av teimum tilsamans 9.316
starvsfólkunum í DIS-flotanum eru útlendingar – ella meira enn helmingurin.

Áheitanin frá serfrøðingapanelinum hjá ILO er soljóðandi:

"..the Committee requests the Government to make every effort to ensure full respect of the principles of free and voluntary
collective bargaining so that Danish trade unions may freely represent in the collective bargaining process all their
members..."

Kelda:soefart.dk