* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grafisk mynd av Disney Wish.

Disney Wish komin av Meyer-skipasmiðjuni

Fyrsta nýsmíðaða Disney reikferðaskipið í meira enn 10 ár, Disney Wish, fór av bakkastokki úr stóru skipasmiðjuhøllini á týsku Meyer-skipasmiðjuni fríggjadagin.

 

Reikferðaskipið er tað fyrsta í einari røð upp á trý nýggj reikferðaskip, sum Disney gjørdi sáttmála um í 2016.

 

Disney Wish er samstundis eitt tøkniligt frambrot fyri Disney, av tí at reikferðaskipið – eins og systurskipini – verða rikin við LNG.

 

Nýggja reikferðaskipið hevur pláss fyri gott og væl 4.000 ferðafólkum, og haraftrat kemur manningin upp á 1.555.

 

Reikferðaskipið fer væntandi á jomfrúferð sína frá Port Canaveral í juli í ár.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=OFfNe8pG33o]
Dysney Wish verður smíðað.