* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DIS-víðkan hóttir 2.000 donsk arbeiðspláss

Ein víðkan av DIS-skipanini til eisini at umfata frálandsvinnuna í Norðsjónum kann raka donsk arbeiðspláss, sum kunnu verða avloyst av eysturevropearum. Tað halda fakfeløgini CO Søfart og 3F Sømænd sambært DR Nyheder.

"Tað hevði verið løgið, um almennir danskir pengar vórðu brúktir til at troka danir úr arbeiði. Fáa vit ikki broytt hetta, fer reiðarin fyrr ella seinni at útvega sær útlendsk sjófólk fyri aðra løn. Og tað fer at kosta donsk arbeiðspláss," sigur John Ibsen, stjóri í CO Søfart, við dr.dk.

Somu støðu hevur Søren Sørensen, ið er formaður í 3F Sømænd.

"Vit stúra fyri, at verður ikki ein verndarskipan gjørd, er tað tað sama sum at beina fyri donsku fakfelagsrørsluni," sigur hann.

3F metir, at útivið 2.000 arbeiðspláss eru í vanda, verða ikki nøkur krøv løgd inn í ætlaðu víðkanina av DIS-avtaluni, ið verja hesi arbeiðsplássini.

Vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen tekur fult undir við víðkanini, eins og hetta er eitt av høvuðstilmælunum, sum maritima vakstrartoymið hjá stjórnini legði fram herfyri.

Brian Mikkelsen heldur onga orsøk vera hjá fakfeløgunum til stúran. Hann hevur fingið trygd frá vinnuni um, at DIS-víðkanin ikki fer at ávirka donsk sjófólk, sigur hann við dr.dk.

"Eg haldi, at óttin er ógrundaður. Vit hava eina DIS-skipan á donskum skipum, ið merkir, at vit hava eina sterka bláa vinnu í Danmark við 100.000 starvsfólkum. Hetta er DIS-skipanini fyri at takka," sigur Brian Mikkelsen.

Stuðulsflokkurin hjá donsku stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, hevur mælt til at víðka DIS, tó treytað av, at hetta verður gjørt í samráð við reiðararnar og fakfeløgini.

Kelda: shippingwatch