* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska frálandsreiðaríið DOF missir meira á botnlinjuni í triðja ársfjórðingi í ár, enn somu tíð í fjør, eftir stórt valutatap.

 

Felagið kemur út við einum úrsliti eftir skatt upp á minus 376 milliónir danskar krónur í triða ársfjórðingi, ein versnan úr minus 92 milliónum donskum krónum somu tíð í fjør.

 

Nógv av orsøkini til niðurgongdina hevur sambandi við valutahandil. Felagið tosar um eitt hall upp á 745 milliónir norskar krónur upp á valauta. Hallið er serliga knýtt at broytingum í dollarvirðinum og dótturfeløgunum, Norskan Offshore Ltd og DOF Subsea Group.

 

DOF hevur ein flota upp á 15 akkersskip, 11 frálandsskip og 28 subseafør.

 

Kelda: E24