Trond Emblem var nevndarformaður og einsamallur eigari í feløgunum Emblem Holding og Emblem Eiendom AS. Hesi bæði feløgini áttu partapeningin í Vest Tank AS. Emblem var eisini nevndarformaður í Vest Tank. Jostein Berland var dagligur leiðari og nevndarlimur í Vest Tank frá 2004.

23. mai 2007 varð ein avtalað undirskrivað, ið bar í sær, at øll partabrøvini í Vest Tank vórðu yvirtikin av nýstovnaða felagnum Alexela Sløvåg fyri 73 miljónir krónur. Alexela Logistic átti 53 prosent í nýggja felagnum og Trafigura 47 prosent.

Dagin eftir sprongdust fleiri tangar hjá felagnum á havnarlagnum og elvdu til stóran eldsbruna, eins og nógvur roykur og gass varð spjatt kring økið. Stórur materiellur skaði stóðst eisini av spreingingini. 

Alexela fekk stórar útreiðslur av uppruddingini og fór í rættin við málinum við kravi um 67 miljónir krónur í endurgjaldi fyri útreiðslurnar, felagið hevði havt.

Nú hevur tingrætturin í Nordhordland givið Alexela viðhald í, at fyrrverandi eigararnir skulu rinda 55 mió. kr. í endurgjaldi fyri uppruddingina. Í árunum eftir spreingingina hevur málið verið gjøgnum fleiri umfør í rættarskipanini.


Kelda: NRK