* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Dong heldur fast við, at olju- og gassvirksemið skal seljast

Dong Energy økti inntøku sína munandi frá olju- og gassdeildini í fyrsta ársfjórðingi í ár samanborið við í fjør. Men søluætlanirnar eru óbroyttar og verða væntandi framdar í ár, upplýsir Dong í síni ársfjórðingafrágreiðing.

Rakstrarúrslitið av olju- og gassvirkseminum hjá Dong varð meira enn tvífaldað til eitt EBITDA upp á 2.449 mió. kr í fyrsta ársfjórðingi í ár í mun til somu tíð í fjør. Úrslitið var merkt av øktum umsetningi, men eisini av serligum postum og einum munandi falli í útreiðslum og íløgum upp á 70 pst.

Góða úrslitið broytir tó ikki ætlanirnar hjá Dong um at selja olju- og gassvirksemið.

“Tilgongdin við frásøluni av O&G gongur sum ætlað, og ætlanin er at avgreiða søluna í 2017,” stendur í ársfjórðingafrágreiðingini hjá felagnum.

A.P. Møller - Maersk hevur verið millum mest umrøddu fríggjararnar til at yvirtaka virksemið, men fyribils hava tey bæði feløgini ikki kunnað samst um prísin.

Cairn Energy, ið er millum leiðandi olju- og gassleitingar- og menningarfeløgini í Evropa, er í fleiri miðlum skírt sum favorittur til at yvirtaka virksemið, sum sambært Reuters kann kosta á leið 2 mia. dollarar.

Men fleiri møguligir keyparar eru nevndir, m.a. olju- og gassfelagið hjá russiska oligarkinum Mikhail Fridman, DEA, kemirisin Ineos og íløgufelagið EIG Global Energy Partners.

Kelda: maritimedanmark.dk