* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Dong umfatar ikki longur olju- og gassvirksemi. Tað er nú selt einum sveisiskum felag fyri 8,7 mia. kr..

Dong sendir 135 til hús

Dong Energy sendir millum 115 og 135 starvsfólk til hús eftir søluna av olju- og gassvirksemi sínum. Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Uppsagnirnar henda, tí Dong broytir bygnaðin hjá felagnum eftir frásøluna av olju- og gassvirksemi sínum til sveisiska felagið Ienos.

Nýggi bygnaðurin skal "gagnnýta og styrkja altjóða oddastøðuna hjá Dong" innan grøna orku.

Uppsagnirnar skulu nú leggjast fyri fakfeløgini hjá meðarbeiðarunum, áðrenn tær verða framdar í verki í seinasta lagi 8. juni.

Henrik Poulsen, stjóri í Dong, sigur við TV2, at uppsagnirnar í høvuðsheitum fevna um starvsfólk, sum hava starvast í olju- og gassdeildini, sum nú verður løgd niður.

Ineos yvirtekur við keypinum 440 aðrar meðarbeiðarar hjá Dong.

Dong hevur í fleiri ár arbeitt við at hava størri fokus á grønum orkukeldum so sum orkuhita og havvindmyllum.

Kelda: ritzau