* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Henrik Poulsen - DONG Energy.

DONG sigur 400 fólkum úr starvi

DONG Energy fyrireikar stórar sparingar og ætlar at siga 350-400 fólkum úr starvi. Hetta vil spara felagnum umleið 0,3 mia. krónur.

Í sambandi við framløguna av hálvársroknskapinum, boðar DONG Energy frá, at upp til 400 starvsfólk verða søgd úr starvi. Hetta verður gjørt fyri at gera bygnaðin í felagnum einfaldari og bíligari, so felagið verður kappingarført.

Í fjør vóru 300 fólk søgd úr starvi í DONG. Fíggjarliga gongur einki serligt hjá DONG og tølini á botnlinjuni eru einki at reypa av.

- Í februar í ár settu vit í gongd eina spariætlan, til tess at gera felagið meira virki og bygnaðin einfaldari. Hetta fer at styrkja kappingarføri hja felagnum. Hetta arbeiðið er nú liðugt og úrslitið er, at 350-400 størv verða niðurløgd, skrivar DONG í roknskapinum.

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo