* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fregattin, Absalon, fann russiskan oyðara í Norðsjónum.

Danska fregattin, Absalon, sum í løtuni er innsett við Føroyar, sporaði fríggjadagin ein russiskan oyðara í Norðsjónum. Russiski oyðarin var í altjóða sjógvi, og gjørdi seg tískil ikki inn á danskt/føroyskt yvirræði.

 

Tað var fríggjakvøldið, at Absalon fekk til uppggávu frá Arktisk Kommando í Nuuk, at kanna eitt áhugavert spor norðanfyri Føroyar.

 

Absalon fann og staðfesti, at talan var um russiska oyðaran, Severomorsk.

 

Absalon fylgdi oyðaranum, til hann varð latin yvir til altjóða samstarvsfelagar hjá Arktisk Kommando.

 

Umframt at vera á varðhaldi, verður venjingin hildin við líka við royndum, so tú eftir stuttari tíð kanst gera uppgávur fyri Arktisk Kommando.

 

Hendan túrin verður er eisini frálæra og útbúgving til teir meira enn 60 herskúlanæmingarnar ella “kadettarnar”, sum júst eru byrjaðir upp á yvirmannaútbúgvingar á danska Sjóverjuskúlanum.

 

Tað er fyrstu ferð, at Absalon er settur inn, síðan skipið varð klassað av nýggjum til fregatt við skrokknummarinum F 341. Fyrr hevur skipið verið flokkað sum stuðulsskip.

 

Kelda: Sjóverjan / Maritimedanmark