* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska fregattin, Esbern Snare. Mynd: Danska Verjan

Servand herlið á donsku fregattini, Esbern Snare, hava tikið lívið av fýra sjórænarum og sært ein fimta í skotbardaga sunnanvert Nigeria. Tað upplýsir danska verjan.

 

Hendingin fór fram seinnapartin mikudagin, tá hermenn frá Froskmannaliðnum skuldu kanna ein motorbát við einari manning upp á átta. Báturin hevði eina løgna atferð, og tí valdi manningin á fregattini at kanna bát og manning nærri.

 

Sambært heimasíðuni hjá donsku verjuni varð Seahawk-tyrlan fyrst send at kanna bátin, sum var ein minni skjóttgangandi bátur við átta monnum umborð. Tyrlumanningin sá eina rúgvu av mistonkiligari útgerð umborð á bátinum, útgerð, sum tú setir í samband við sjórán – millum annað stigar.

 

Esbern Snare kallaði á skjóttgangandi bátin, fyri at fáa hann at steðga, men teir lótust ikki um vón umborð á bátinum.

 

Donsku hermenninir skutu ávaringarskot, tá sjórænararnir ikki vildu steðga, og tá byrjaðu sjórænararnir at skjóta beinleiðis eftir donsku hermonnunum. Nú svaraðu hermenninir aftur í sjálvverju.

 

Eftir ein stuttan bardaga góvust sjórænararnir. Tá vóru fýra teirra deyðir og ein var særdur.

 

Allir átta sjórænararnir vórðu tiknir umborð á Esbern Snare, har skaddi sjórænarin kom undir læknahond.

 

Nú verður mett um, hvat gerast skal við sjórænararnar.

 

Kelda: Ritzau / Danska Verjan