* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk landstreymsanlegg til Norra

Danska fyritøkan PowerCon í Hadsund hevur júst vunnið tvær bíleggingar fyri tilsamans 40 mió. kr. upp á tvey landstreymsanlegg í Norra. Anleggini skulu latast til Norðurnorra og Bergen. 

”Vit eru sjálvandi sera stolt av teimum báðum bíleggingunum, sum tað hevur eydnast okkum at fingið í samstarvi við norska samstarvspartnara okkara OneCo í Kristiansand,” sigur stjórin í PowerCon, Peter Castberg Knudsen.

Samstarvið millum PowerCon og OneCo er komið í lag í samstarvi við MARCOD, sum er ein maritimur vinnumenningardepil, ið m.a. stuðlar menning av smáum og miðalstórum maritimum fyritøkum í Norðurjútlandi.

Anleggið í Norðurnorra verður í havnini í Båtsfjord og er størsta landstreymsverkið, sum fyritøkan í Hadsund nakrantíð hevur latið.

Við streymveitingini kunnu 40 stór skip samstundis kopla seg til lokala elnetið og harvið beina fyri útlátinum frá brennimotorunum á skipunum.

Kelda: MARCOD